Menniskju hava so lætt við at vraka hvørt annað. Síggja vit ikki ávøkst, hava vit hug at vraka og byrja okkurt annað. Eru vit skuffaði av einum, sum ikki livir upp til okkara væntanir, hava vit hug at avvísa og útifrysta.
Í líknilsinum um fikutræið í Lukasi 13:7-9, sigur Jesus frá manni, ið hevði bíðað í trý ár eftir ávøkstinum av fikutrænum, sum hann hevði plantað. Tá ið hann ongan ávøkst fekk, bað hann tænara sín høgga træið niður. Men tænarin vitsti, at tað tekur trý ár hjá fikutræi at bera ávøkst, og tí bað hann harra sín geva trænum eitt ár aftrat, at bera ávøkst.
Líknilsið lærir okkum, at Gud er nógv tolnari við menniskjum, enn vit eru. Gud góðkennir tað, sum vit hava so lætt við at vraka. Gud dregur at sær tað, sum vit hava so lætt við at stoyta frá okkum. Gud lyftir upp tað, sum vit hava so lætt við at niðurgera. Og Gud fyllir við nýggjari vón tað, sum vit onga vón hava fyri.
Gud hevur altíð ein útveg, tá ið alt tykist læst. Gud kemur altíð við eini loysn, tá ið alt tykist vónleyst. Gud kemur altíð við einum nýggjum møguleika, tá ið vit halda ongan vera eftir. Og Gud sær altíð møguleikan fyri lívi, tá ið vit halda alt vera deytt. Gud ynskir tær at liva lívið til fulnar!