Komið í sunnudagsskúla, í Skúlanum við Løgmannabreyt
frá kl. 12:00 til 13:00 og bjóðið øðrum við
Sunnudagsskúlin ynskir eins og samkoman Lívdin at dýrmeta Gud við TILBIÐJAN, TRÚBOÐAN, TÆNASTU, SAMFELAG, LÆRU.
Endamálið við sunnudagsskúlanum er at:
- vinna børn og ung fyri Kristus
- børnini knýta vinarbond sínámillum
- børnini kenna seg heima í samkomu Guds
Ynskiligt er, at børnini eru so mikið trygg, at foreldrini kunnu vera á møti, meðan børnini eru í sunnudagsskúla.
Aldursbýti
Flokkarnir í sunnudagsskúlanum eru býttir upp eftir aldri:
- 2 - 4 ár Sprell
- 5 ár - 1. flokk Smíl
- 2 - 3. flokk Gleði
- 4 - 5. flokk Bros
- 6. flokkur og eldri UngLív
Framferðarháttur
Vit fara inn í sunnudagsskúlaflokkarnar kl. 12:00, har undirvísing er í uml. 20 min.
Síðani hava vit felagssamling, har vit syngja nakrar fáar sangir og hava minnisvers saman.
Aktivitetir
Uml. klokkan 12:30 byrja aktivitetir, sum børnini kunnu velja seg inn á.
- Klippa, líma, perla og lita
- Borðspøl
- Spurnarkapping, filmsbrot og ymiskar kappingar
- Chill og hanga út
Bert hugflogið avmarkar!
Felags Sunnudagsskúli
Hvønn síðsta sunnudag í mánaðinum hava vit ein felags sunnudagsskúla. Hesin sunnudagsskúlin hevur eina øðrvísi spennandi skrá. Vit hava eina sangløtu við góðum tónleiki, søgan verður søgd á ein kreativan hátt, og at enda verða onkur felagsspøl.
Sprell – smábarna sunnudagsskúli í Lívdini
Endamál:
Endamálið við tænastuni er, at børn 2 – 4 ára gomul læra Gud at kenna. Harumframt er endamálið at børnini fáa eitt samband við onnur børn og vaksnar álitspersónar í Lívdini. Ynskið er, at børnini á henda hátt tíðliga koma at kenna Lívdina sum sítt andaliga heim.
Sprell er ætla til børnini, og ynskiligt er at børnini eru somikið trygg, at foreldrini kunnu verða á møti, meðan børnini eru í sunnudagsskúla.
Framferðarháttur:
Vit byrja løtuna við eini lítlari sangløtu Vit leggja stóran dent á at visualisera sangirnar, og nýta vit t.d. myndir, eksjur, bamsur o.a. til hetta.. Vit meta tað hevur týdning at nakrir av somu sangunum eru afturvendandi, so tað gerst trygt og forútsigiligt hjá børnunum.
Síðani verður ein stutt interaktiv søga, ið verður framløgd á ein kreativan, einfaldan og visuellan hátt, sum fangar barnið, á tí menningarstøði barnið er á. Vit brúka tær vanligu smábarna bíbliusøgurnar, s.s Dánjal í leyvurbølinum, Jónas, Skapanin o.s.fr. Ein nýggj søga hvønn mánaða.
Børnini sleppa at spæla seg ígjøgnum bíbliusøgurnar á ein sansandi og ørvísið hátt.
Í tænastuni leggja vit stóran dent á, at børnini kenna seg trygg. Hetta gera vit við roterandi sunnudagsskúlalæraraskipan (eitt av hjálparfólkunum fylgir børnunum komandi sunnudag) umframt endurtøkur, bæði í strukturi og sangvali.
Á henda hátt tryggja okkum kontinuitet og at børnini kenna seg trygg.
Enda verður við bøn, onkrum sangi og vit siga farvæl.
Aktivitetur:
Bert hugflogið avmarkar! Einasta treyt er, at aktiviteturin á onkran hátt undirbyggir tað, sum søgan hevur snúð seg um.
Høli:
Okkara aðalmál tá vit innrætta okkum í hølinum, er at geva møguleika til fordjúpan og spæl. Hølið verður umskapað til ávísa evnið, sum vit hava á skrá, til tess at børnini kunnu fáa eina góða heildar uppliving.
Sunnudagsskúli í Lívdini byrjaði í Hoyvíkar Skúla 2. februar 2003. Nú halda vit til í Skúlanum við Løgmannabreyt. Hevur tú spurningar, ella kundi tú hugsað tær at gjørst partur av hesi tænastu, so set teg í samband við: Sóley Samuelsen tlf 221917, Jóhannes Arge tlf 234665 ella Katrin Árnadóttir Hansen tlf 263109
Sunnudagsskúlaleiðslan er: | |
Sóley Samuelsen | sThis email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. |
Jóhannes Arge | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. |
Katrin Árnadóttir Hansen |
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.m |
Lillian B. Poulsen og Siri á Brúgvaskifti eru í farloyvi
Listar til sunnudagsskúlan liggja innanhýsis og kunnu finnast her