Her sæst eitt fullfíggja yvirlit av øllum tænastum í Lívdini. Broytingar ella spurningar skula sendast til Absalon Áargarð This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.
SUNNUDAGSSKÚLIN
Sunnudagsskúlin hevur skipaða undirvísing fyri børnini. Allir flokkarnir fylgjast við somu evnum, men á
ymiskum stigum, alt eftir aldrinum á børnunum. Sunnudagsskúlalærarnir arbeiða í bólkum, sum skiftast um
at hava sunnudagsskúlan. Tørvur er eisini á avloysarum, sum kunnu taka um endan, tá onkrum berst frá, og
hjálparfólki at taka sær av børnunum inni í skúlastovunum.
UNGLÍV
Ein tænasta fyri ung í 10-12 ára aldrinum, sum koma saman til undirvísing og samfelag á seinna møtinum
sunnumorgun. Tørvur er á samskiparum, undirvísarum og hjálparfólki, sum eru góð við ung fólk.
ALIVE
Endamálið við Alive er at røkka út til trúgvandi og vantrúgvandi ung við evangeliinum. Hetta tiltak er hvørt
leygarkvøld og er eyðkent av góðum tónleiki, viðkomandi talu og góðum samfelagi.
GLÓÐIN
Endamálið við hesi tænastu er at hava eitt stað, har øll tey, sum eru sorgarbundin, niðurboygd, vónleys og
friðleys, kunnu finna kærleika, gleði, vón og frið í Kristusi. Henda hirðatænasta er serliga fyri tey, sum hava
stórar trupulleikar at stríðast við, fyri at veita teimum serkøna hjálp.
HJÁLPARHONDIN
Vit vísa umsorgan á tann hátt, at vit fara inn á gólvið við bakstri, tá onkur hevur átt, er álvarsliga sjúkur ella
sjúkur í longri tíð, tá fólk verða rakt av sorg ella koma í aðrar umstøður, sum gera, at tey hava brúk fyri
serligari umsorgan.
AVVARÐANDI HJÁ MISNÝTARUM
Bólkar, har samlivarar, børn, foreldur og systkin hjá misnýtarum kunnu koma saman at uppbyggja, stuðla og
hjálpa hvør øðrum.
VÆLKOMUBÓLKURIN
Ein tænasta, sum hjálpir vitjandi og nýggjum samkomulimum at “koma inn í” samkomuna. Tænastan fevnir
um at standa við dyrnar sunnumorgun og bjóða fólki vælkomnum, standa við lýsingarborðið og vera tøkur
til samtalur í steðginum og aftan á møtini og at eggja fólki til at koma við til skeiðið “Hvat er og hvat ger
Lívdin.”
FORBØNARTÆNASTAN
Endamálið er at vera tøkur at biðja fyri fólki leygarkvøld á Alive og sunnumorgun.
BØNARBÓLKUR FYRI KVINNUR
Andaligt samfelag fyri kvinnur, sum koma saman hvønn fyrsta leygarmorgun í hvørjum mánaði.
KYKNUBÓLKAR
Tað er umráðandi, at einstaklingar og familjur koma fast til regluligu tiltøkini, ið Lívdin skipar fyri, men vit
meta eisini, at tað er neyðugt, at øll tey, sum hava gjørt Lívdina til sítt andaliga heim, læra hvørt annað betur
at kenna í smáum kjarnum við í mesta lagi 12 fólkum.
SKEIÐVIRKSEMI
Høvuðsendamálið við skeiðvirkseminum í Lívdini er at føra fólk upp „trappustigan“ við at eggja teimum til
at halga seg sjálv meir og meir andaliga.
MØTILEIÐSLA
Ein bólkur, sum samskipar og leiðir møtini sunnumorgun. Bólkurin velur eisini evni og finnur talarar til
møtini.
SANGARAR / TÓNLEIKARAR
Endamálið við tónleikinum og sanginum í samkomuni er at hjálpa fólki at koma nærri Gudi gjøgnum tónleik
og sang.
TEKNIKKUR OG LJÓÐ
Henda tænastan tekur sær av øllum tí tøkniliga tónleikinum og sanginum. Tænastan umfatar at seta anlegg
og hátalarar upp og seta tey til hvønn sunnudag, bæði á møtinum og í sunnudagsskúlanum, og at rudda av
aftur, tá møtið er liðugt. Eisini umfatar henda tænasta at sita við miksipultin sunnudag.
BREYÐ OG VÍN
Skipa fyri, at breyð og vín er klárt til tilbiðjanarløtuna sunnumorgun, og at posin til peningainnsavning fer
runt.
BØNARBÓLKAR
Skipa fyri bønarløtuni týskvøld í Lonini og fyri øðrum serligum bønartiltøkum gjøgnum samkomuárið.
ELDRASAMBÝLIÐ Í HOYVÍK
Endamálið við hesi tænastu er at røkka út til tey gomlu, sum búgva í eldrabýlinum Oman Hoydalar í
Hoyvík. Hetta tiltak er eina ferð um mánaðin, har vit koma saman at syngja, biðja, hava eitt orð og hava
samfelag við tey gomlu har. Tørvur er á fólki at stuðla sangin og á spælarum og fólki at hava eitt orð ella ein
vitnisburð.
TRÚBOÐARABÓLKUR
Ein bólkur, sum hevur regluligt samband við trúboðarar okkara og skipar fyri øllum samskifti millum
trúboðarar og samkomu. Tá tørvur er á praktiskari ella andaligari hjálp, hevur hesin bólkur ábyrgdina av, at
neyðug hjálp verður útvegað.
Kontaktfólk: Rúna Berghamar (516033)
Kontaktfólk í leiðsluni: Absalon Áargarð (594020)
KVINNUTILTØK
Skipað verður regluliga fyri ymiskum tiltøkum soleiðis at andaligi og sosiali trivnaðurin millum kvinnur
gerst alt betri. Tá tiltøk eru er altíð brúk fyri alskyns fólki at skipa fyri andaliga og tímiliga.
HEIMASÍÐAN
Endamálið við heimasíðuni hjá Lívdini er at geva Lívdini eitt ”andlit” úteftir – at kunna, samskifta og bjóða
fólki at koma á møtini.
KUNNINGARRITIÐ OG FACEBOOK
Regluligt kunning til allar samkomulimirnar.
LÝSINGARBORÐIÐ OG EINFALDARIN
Henda tænastan fevnir um at hava allar praktiskar upplýsingar, sum viðkoma Lívdini, frammi á borðinum,
sum stendur í gongini hvønn sunnumorgun, so sum bønarbrøv, bløð, tekningarlistar og annað. Tænastan
umfatar at leggja alt á borðið, áðrenn møtini byrja, og at rudda av aftur, tá møtini eru liðug. Tænastan
umfatar harumframt at savna, uppseta og prenta mánaðarliga tíðindablaðið ”Einfaldarin”.
LÝSINGAR TIL FJØLMIÐLAR
Endamálið við hesi tænastu er at fáa øll tiltøkini í Lívdini lýst í fjølmiðlunum. Hevur tú hug at hjálpa við
hesi tænastu, kanst tú seta teg í samband við ábyrgdarfólkið.
RÆTTLESTUR
Endamálið við hesi tænastu er at rættlesa alt tað skrivliga tilfarið, sum verður brúkt í Lívdini ella sent út frá
Lívdini. Tað umfatar rættlestur av sangum, lýsingum, greinum, power point og øðrum.
SJÓNVØRPA
Henda tænastan fevnir um at taka sær av sjónvørpuni sunnudag og at gera skjalið klárt til sunnudag (at seta
sangir og annað inn) og at sita við uppvørpuna á báðum møtunum sunnudag.
STREAMING
Henda tænasta ger tað møguligt hjá fólki um allan heimin at hoyra møtini sunnumorgun beinleiðis á alnótini.
Hetta umfatar at sita við telduna sunnumorgun og síggja til, at sambandið við alnótina er gott.
TULKANARTÆNASTA
Vit hava fleiri útlendingar, sum búgva í Føroyum, og nakrir teirra ganga í Lívdini. Tørvur er á at tulka taluna
beinleiðis á seinna møtinum til enskt, soleiðis at útlendingar kunnu hoyra boðskapin. Tørvur er á fólki, sum
duga enskt og føroyskt.
UPPSETING OG AVRUDDING
Henda tænasta fevnir um at taka sær av øllum tí praktiska viðvíkjandi uppseting og avrudding í sambandi
við møtini sunnudag. Tað eru 7 lið, sum taka sær av hesi tænastu, og hevur ein tí bert ábyrgd áttandu hvørja
viku.
BAKING OG VASKING
Henda tænasta fevnir um er at taka sær av samfelagsløtuni sunnudag, at baka, gera te og kaffi og borðreiða
fyri samkomuni. Køksliðið tekur sær eisini av vaskingini eftir møtini sunnudag. Tað eru 7 køkslið, og tú
hevur tí bert ábyrgd áttandu hvørja viku.
BYGGIBÓLKURIN
Ein bólkur, sum arbeiðir við nýggja samkomubygninginum hjá Lívdini.
FÍGGJARBÓLKURIN
Fíggjarbólkurin skal síggja til, at allur peningur, sum kemur inn til Lívdina, verður rætt og sámiliga
avgreiddur. Uppgávan hjá fíggjarbólkinum er at býta peningin út eftir tí skipan, sum fíggjarbólkurin hevur
sett upp.
NAVNALISTIN
Endamálið við hesi tænastu er at fáa tey, sum hava gjørt Lívdina til sítt andaliga heim, á ein lista við
nøvnum, bústøðum, telefonnumrum og teldupostadressum. Hesin listi lættir um samskiftið í Lívdini, men
verður eisini brúktur sum ein bønarlisti, tá ið vit biðja hvør fyri øðrum.
LONIN
Ein bólkur, sum hevur praktisku ábyrgdirnar av Lonini.