Hví geva?
Bíblian lærir, at tað er betri at geva enn at fáa (Áp. 20,35b). Jesus lærdi eisini, at um vit geva, so skal okkum verða givið (Luk. 6,38a).
Nógvir trúboðarar hava ikki møguleika at vinna sær pening við at arbeiða og hava tí brúk fyri, at vit geva teimum pening. Tað er gott at kunna geva teimum burtur av frá okkum.
Hvørjum geva vit?
Vit geva til børnini hjá trúboðarum úr Lívdini. Trúboðarafamiljan hevur ikki møguleika at forvinna sær pening í frumskóginum, men livir av gávum, sum tey fáa. Tá ið vit hjálpa teimum, eru vit við til at gera tað møguligt hjá teimum at kunngera gleðiboðskapin í frumskóginum.
Nógvir trúboðarar hava brúk fyri okkara gávum. Vit fara møguliga at geva øðrum trúboðarum seinni.
Leiðslan í sunnudagsskúlanum í Lívdini hevur ábyrgd av, at peningurin fer óskerdur til trúboðarar.
Hvørt ár eru vit við til eitt serligt tiltak, "Christmas Child", har børnini kunnu geva fátækum børnum úti í heiminum gávur. Tá er tað ikki peningur, men gávur við leikum o.ø., sum vit kunnu lata fátøkum børnum úti í heimi.
Hvør kann geva?
Øll kunnu geva eitt sindur. Ætlanin er at læra børnini at geva av sínum egna peningi.
Hvønn sunnudag fer ein bússa runt, sum tey kunnu koyra pening í. Tað verður millum Gud og hvønn einstakan, hvussu nógv givið verður. Eingin nýtist at vita, hvat hvør leggur í bússuna.
Hvussu nógv?
Hvørt oyra er kærkomið - einki er ov lítið og einki ov stórt. Vit lesa um eina fátæka konu í Bíbliuni, sum bert gav ein pening, men Jesus segði, at hon gav meiri enn hini, tí hon gav alt, hon átti. Gott er at læra at geva eftir førimuni. Trýst verður ikki lagt á børnini. Børnini skulu vera glað fyri tað, tey geva (2. Kor. 9,7).
Hvat fáa vit afturfyri?
Brøv, myndir, gleðina av at geva, at læra at hugsa um onnur, læra at nýta okkara pening við umhugsni og ikki minst løn í Himli.
Hugsa tær, at vit fara at møta trúgvandi úr Venezuela í Himli - fólk, sum vórðu frelst, tí trúboðarar bóru teimum gleðiboðskapin!