Warning: A non-numeric value encountered in /home/livdin5/public_html/plugins/system/helix/core/helix.php on line 548

Deprecated: Methods with the same name as their class will not be constructors in a future version of PHP; plgContentembed_google_docs_viewer has a deprecated constructor in /home/livdin5/public_html/plugins/content/embed_google_docs_viewer/embed_google_docs_viewer.php on line 18
Published in Bloggur Written by 

Samkomur eru skaðastovur, ikki sýnisgluggar

Vit kristnu samkomu- og kirkjufólk misskilja tíverri mangan týdningin av "andaligari" framgongd og vøkstri. Ofta meta vit hvør annan eftir, hvussu nógv fólk koma til gudstænastur okkara, hvussu stórir og glæsiligir bygningar okkara eru, og hvussu stóra ávirkan vit hava á land og fólk.

Í líknilsinum um sinnopskornið í Lukas 13:10-19 tosar Jesus um eitt lítið fræ, sum veksur til eitt stórt træ, og sum gevur øðrum lív og lívd. Jesus sigur líknilsið í sambandi við, at hann finst harðliga at teimum, sum forðaðu eini sjúkari kvinnu at leita sær hjálp, bara tí tað ikki hóskaði til teirra religiøsu siðvenju. Jesus ger púra greitt, at vit eiga at gerast alt meiri elskandi, rúmligari og meiri halgað teimum, sum ikki hava eina rødd og ikki orka gerandisdagin. Og at vit ikki mugu lata okkara religiøsu siðvenjur forða øðrum at liva verdiga.

Jesus er fyridømi okkara:
• Teimum, sum vóru "øðrvísi", bjóðaði hann vælkomnum
• Teimum, sum særdu hann, vísti hann náði
• Teimum, sum spottaðu hann, svaraði hann ikki aftur
• Tey, sum ikki orkaðu meir, lyfti hann upp
• Teimum, sum vildu nýta sína religiøsu makt yvir øðrum, fanst hann harðliga at og teppti

Samkomur og kirkjur okkara eiga ikki at vera sýnisgluggar við fullkomnum dukkum, sum krógva sína sorg, skomm og pínu. Samkomur og kirkjur okkara eiga at vera skaðastovur við ektaðum menniskjum, sum síggja, hoyra og hava samhug við øllum teimum, ið leita eftir einum staði at finna lív og lívd – uttan mun til bakgrund, húðarlit, lívsfatan ella lívsstíl.
Og teimum, sum nýta sína religiøsu makt yvir øðrum, eiga samkomur og kirkjur at tala at, tá fyrst er kannað eftir, hvussu tær sjálvar eru.

Jógvan Zachariassen

Jógvan Zachariassen er pastorur í samkomuni Lívdin í Hoyvík, har hann komandi vikurnar talar um evnið “Líknilsir Jesusar”. Í tí sambandi fer Jógvan at blogga her á Portalinum. Hetta eru sonevndar minibloggur við høvuðs-boðskapinum úr einum líknilsi. 

Í november 2013 gav Jógvan út bókina FRÆLSI, sum er ein røð av bloggum um frælsisboðskapin í Galatiabrævinum. Í juli 2014 gav Jógvan út bókina AT ELSKA OG LIVA. Bøkurnar fáast í bókahandlunum.

Bygningur