Warning: A non-numeric value encountered in /home/livdin5/public_html/plugins/system/helix/core/helix.php on line 548

Deprecated: Methods with the same name as their class will not be constructors in a future version of PHP; plgContentembed_google_docs_viewer has a deprecated constructor in /home/livdin5/public_html/plugins/content/embed_google_docs_viewer/embed_google_docs_viewer.php on line 18

Heilsan

Vælkomin í Lívdina! 

Vit vilja bjóða tær hjartaliga vælkomnum í Lívdina. Ynski okkara er, at øll skulu kenna seg vælkomin uttan mun til, hvør hann ella hon er. Vónandi fert tú at finna eitt umhvørvi, har tú saman við okkum kanst læra kynstrið at liva frælst, ábyrgdarfult og viðkomandi og møta Gudi á ein hátt, sum ger okkum skilagóð, fyrikomandi, umsorgarfull og framfús í samfelagi og heimi okkara.

 

Lívdin er ein samkoma, sum telur um 500 fólk frá nógvum ymiskum  bakgrundum og umstøðum og við ógvuliga ymiskum meiningum. Tað, sum ger Lívdina serstaka, er, at fólkið er sera ymiskt. Men tað er júst ymiskleikin, sum hjálpir okkum at stevna eftir at liva í einleika. 

 

So um tú leitar eftir eini samkomu, har nógv ymisk fólk koma, sum hava tað í felag, at Jesus er fyrimynd teirra, so ert tú á rættari leið!

 

Á heimasíðuni finnur tú nógvar upplýsingar um Lívdina, og um tú hevur spurningar, so skalt tú vera hjartaliga vælkomin at seta teg í samband við okkum á This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. ella við at ringja til Lívdina á telefon 32 34 00

 

 

Vinarliga

 

Unn og Jógvan Zachariassen

 

 

 

Bygningur