Hvørja leið vilja vit ganga? - Hugsjónir
- At kunngera gleðiboðskapin á ein hátt, sum er viðkomandi fyri føroyingar í 21. øld
- At hava eina samkomu, har øll tey, sum eru sorgarbundin, niðurboygd, vónleys og friðleys, kunnu finna kærleika, gleði, vón og frið í Kristusi
- At senda trúboðarar út um allan heim - og stuðla teimum andaliga og fíggjarliga
- At uppbyggja og stimbra børn Guds í Orðinum, soleiðis at tey nýta og menna gávur sínar
- At hava livandi tilbiðjan og lovsong
Hvussu skulu vit byrja nýggja samkomu? - Tørvur
- At fáa fólk at trívast andaliga
- At náa økið oman fyri Ringvegin fyrst og fremst (frá Villingardalsvegnum til Hvítanes) – 5000 fólk
- At hava ein vitnisburð, sum nær vantrúgvandi fyri Harran Jesus
- At náa tey, sum hoyra til eina samkomu, men ikki ganga á møti
- At náa alla familjuna
- At skapa eina atmosferu, har vitjandi kunnu kenna seg vælkomin
- At hava ein framtíðar miðdepil í Hoyvík
Hvat skal eyðkenna samkomuna Lívdina? - Hugmynd
- At vera fyridømi í leiðslu Matt. 5:15-16
- At røkta fylgið væl - umsorgan 1. Pæt. 5:1-2
- At allir limir trívast Áp. 16:13
- At endamálið er greitt og skilligt Áp. 13:36
- At sýna vitjandi vinalag 1. Tess. 2:1
- At allir limir eru tænarar Róm. 12:4-5
- At náa grannalagið út frá samkomuhúsinum Áp. 19:9-10
- At hava góðan sang og tónleik Sálm. 150
- At sýna dygd í øllum 2. Pæt. 1:5
- At læran er væl skipað 2. Tim. 2:15
- Ikki at óttast broytingar Markus 7:7-9
- At hava skipaðan og einfaldan bygnað Kol. 2:19
- At hava glaðan kristindóm Fil. 4:4
- At hava avslappaða atmosferu Jóh. 1:38-39
- At hava skipað og fræls møti 1. Kor. 14:40
- At hava fulltíðar tænarar Ef. 4:11