Tey, sum hava fingið nógva skuld eftirgivna, eru óendaliga takksom, men tey, sum ikki meta sína skuld sum nakað serstakt, eru óendaliga líkasæl. Hendan munin upplivdi Jesus í verki, tá ið hann var gestur hjá Símuni fariseara.
Syndafull kvinna kom inn í hús farisearans og salvaði føtur Jesusar við dýru salvu síni. Farisearin ógvaðist við og undraðist yvir, at Jesus ikki visti, at hon var syndafull kvinna. Fyri at vísa stóra munin á farisearanum og kvinnuni, fortaldi Jesus eitt líknilsi um tveir menn, ið ikki kláraðu at gjalda eigaranum skuld sína aftur. Annar skyldaði 500 denarar, sum svaraði til hálvaaðru ársløn, og hin skyldaði 50 denarar, sum harafturímóti var hálvonnur mánaðarløn. Men eigarin eftirgav skuldina hjá báðum. Tá ið Jesus spurdi, hvør av hesum báðum mundi elska eigaran meir, var svarið: Tann, sum skyldaði meir.
So sigur Jesus við Símun: "Sært tú hesa kvinnu! Eg kom inn hjá tær - tú gavst Mær ikki vatn til føtur Mínar, men hon vætti føtur Mínar við tárum sínum og turkaði teir við hári sínum. Tú gavst Mær ongan koss, men hon helt ikki uppat at kyssa føtur Mínar, frá tí Eg kom inn. Tú salvaði ikki høvd Mítt við olju, men hon salvaði føtur Mínar við salvu. Tí sigi Eg tær: Hinar mongu syndir hennara eru henni fyrigivnar - hon hevur jú elskað nógv. Men tann, ið lítið verður fyrigivið, elskar lítið" (Lukas 7: 36-50).
Tey, sum eru sjálvrættvís, halda seg ikki skylda nøkrum nakað. Men tey, sum ásanna skuld sína og fáa hana eftirgivna, fara altíð at vísa sítt takksemi og sín kærleika til tann, sum gav teimum so nógv. Her hava vit enn eitt líknilsi, har Jesus biður okkum líkjast teimum, sum vit annars helst ikki vilja kennast við.