Sjúkan smittar óansæð umstøður og mørk. Hon rakar øll og krevur nógv mannalív. Hon leiðir til stórt einsemi og hevur nógv sjúkutekin. Hon ger fólk blind, deyv og kensluleys mótvegis tí, sum veruliga hevur týdning. Sum oftast er sjúkan grundað á ótta. Sjúkan eitur Havisjúka – altráða leitanin eftir ríkidømi og makt!
Í líknilsinum um ríka bóndan í Lukas 12:13-21 talar Jesus um havisjúku. Bóndin hevði gloymt at grøðin á markini var honum givin. Hann hevði gloymt, at hann skuldi standa til ábyrgd fyri øllum tí, sum hann átti. Havisjúkan hevði gjørt hann einsaman, sjálvsøknan og makligan, tí hann sigur við seg sjálvan: Et, drekk og ver glaður. Men júst tá hann helt seg vera komnan upp á tindarnar, skramblaði alt saman. Tá hann helt, at nú skuldi lívið livast, varð tað kravt av honum. Eftir sat ein familja, sum varð sundurskrædd av klandri um arv.
Jesus vísti manninum, sum forlangaði Jesusar stuðul í einum stríði um arv, at hann hevði fingið farsóttina, ið gjørdi hann blindan, deyvan og kensluleysan. Í líknilsinum sigur Jesus, at Gud ikki vigar ein persón eftir ognum ella avrikum hansara, men á vektini, sum vigar ein persón, tá hann púra nakin og tómhentur skal svara fyri seg. Einasta mótgiftin móti havisjúkuni er nøgdsemi, gávumildni og eitt álit á, at Gud skal útvega tær tað, sum tær tørvar í lívinum.