Frelsan er fría gáva Guds, men menniskju mugu taka ímóti henni. Frelsan kann ikki vinnast við góðum verkum. Einans við trúgv á Jesus Kristus, offur Guds fyri synd, kunnu vit verða frelst frá trældómi Satans. Tá vit í trúgv venda okkum til Harran Jesus frá syndafullu og sjálvrættvísu leiðum okkara, verða vit frelst. Vit fáa ævigt lív - verða fødd av nýggjum - í tí løtu, vit bjóða Jesusi inn í lív okkara sum Frelsara og Harra.
Esa. 53:6b men HARRIN læt falla á Hann skyldina, ið lá á okkum øllum.
Esa. 53:7: Hann varð illa viðfarin, og Hann bar tað stillur, Hann læt ikki upp munnin – sum lamb, ið verður leitt avstað at verða dripið, og sum seyður, ið tegir, táið teir royta hann – Hann læt ikki upp munnin.
Róm. 3:24: og tey verða rættvísgjørd fyri einki av náði Hansara, við endurloysingini, sum er í Kristi Jesusi,
Róm. 6:1: Hvat skulu vit tá siga? Skulu vit halda fram í syndini, fyri at náðin kann verða tess størri?
Róm. 6:2: Minni enn so! Vit, sum jú eru deyð frá syndini, hvussu skulu vit enn liva í henni!
Róm. 6:3: Ella vita tit ikki, at øll vit, sum doypt eru til Kristus Jesus, eru doypt til deyða Hansara?
Róm. 6:4: Vit eru tá grivin við Honum við dópinum til deyðan, fyri at, eins og Kristus varð reistur upp frá hinum deyðu við dýrd Faðirsins, so skulu eisini vit liva nýtt lív.
Róm. 6:23: Tí lønin, ið syndin gevur, er deyði, men náðigáva Guds er ævigt lív í Kristi Jesusi, Harra okkara.
Ef. 1:4: eins og Hann útvaldi okkum í Honum, áðrenn heimurin varð grundaður, at vera heiløg og ólastandi fyri ásjón Síni!
Ef. 2:8: Tí av náði eru tit frelst, við trúgv – og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds,
Ef. 2:9: ikki av verkum – fyri at eingin skal rósa sær.
Jóh. 14:6: Jesus svaraði honum: „Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.
Jóh. 1:12: Men so mongum sum tóku ímóti Honum, gav Hann mátt at verða børn Guds – teimum, ið trúgva á navn Hansara;
Tit. 3:5: frelsti Hann okkum, ikki fyri rættvísiverk, ið vit høvdu gjørt, men eftir miskunn Síni, við baði endurføðingar og endurnýggjanar í Heilaga Andanum,
Gal. 3:26: Tit eru jú øll børn Guds við trúnni á Kristus Jesus.
Róm. 5:1: Rættvísgjørd av trúgv hava vit tí nú frið við Gud við Harra okkara Jesusi Kristi.
1 Pæt. 1:18: Tit vita jú, at tað var ikki við tí, sum forgeingiligt er – silvuri ella gulli – tit vórðu leyskeypt frá dáraatburði tykkara, sum arvaður var frá fedrunum.
2 Pæt. 2:1: Eisini lygiprofetar stigu fram millum fólkið, og soleiðis skulu eisini millum tykkara verða lygilærarar, sum skulu koma sníkjandi inn við oyðandi villulærum, so teir enntá avnokta Harran, ið keypti teir – og leiða bráðan undirgang á seg sjálvar.
2 Pæt. 3:9: Harrin er ikki seinførur við lyftinum – tóat summi halda tað vera seinføri – nei, Hann er langmóðigur fyri tykkara skuld; tí Hann vil ikki, at nakar skal fortapast, men at øll skulu koma til umvending.
1 Jóh. 2:2: Hann er bót fyri syndir okkara – og ikki bert fyri okkara, men eisini fyri syndir als heimsins.