Gud FaðurinGud Faðirin verður ofta róptur fyrsti Persónur Tríeindarinnar. Hetta vil ikki siga, at Hann er nakað fram um hinar limir Tríeindarinnar. Hann er hin eini og sanni Gud, sum skapti alt og heldur øllum uppi. Gud er andi, ævigur, óbroytiligur, heilagur, rættvísur, sannleiki, altvitandi, almáttugur, allastaðni í senn, náðiríkur, kærleiksfullur, dómari og frelsari. 1 Mós. 1:1: Í upphavi skapti Gud himmal og jørð. Sálmur 19:2: Himlarnir kunngera dýrd Guds, hvølvið ber boð um handaverk Hansara. Róm. 1:19: Tað, sum vitast kann um Gud, liggur teimum jú opið; Gud hevur gjørt teimum tað opinbert. Róm. 1:20: Ósjónliga vera Hansara, bæði æviga kraft og guddómleiki Hansara, sæst frá skapan heimsins; tað skilst av verkum Hansara; tey hava tí onga avsakan. Jóh. 4:24: Gud er Andi, og tey, sum tilbiðja Hann, mugu tilbiðja í anda og sannleika.“ Heb. 1:12: sum kápu skalt Tú balla teir saman, og teir skulu umbroytast. Men Tú ert hin sami, og ár Tíni skulu ikki fáa enda.“ Esa. 40:27: – Hví manst tú tá siga, Jákup, og tala so, Ísrael: „Leið mín er HARRANUM duld, og rættur mín er gloppin Gudi mínum úr hondum“? Esa. 40:28: Veitst tú tá ikki, hevur tú ikki hoyrt tað? – at HARRIN er ævigur Gud; jørðina hevur Hann skapt, so víð sum hon er. Hann møðist ikki, Hann verður ikki máttleysur, vit Hansara er órannsakiligt. Esa. 40:29: Hann gevur hinum troytta kraft og hinum máttleysa mikla styrki. Esa. 40:30: Unglingar møðast og verða máttleysir, ungir menn noyðast at lúta. Esa. 40:31: Men tey, sum bíða eftir HARRANUM, fáa nýggja kraft, tey lyfta veingjunum sum ørnir; tey renna – og møðast ikki, tey ganga – og lúgvast ikki! Sálmur 139:7: Hvar skal eg fara undan Anda Tínum, og hvar skal eg flýggja undan ásjón Tíni! Sálmur 139:8: Fari eg upp til Himmals, so ert Tú har, og reiði eg mær legu í deyðaríkinum – ja, so ert Tú har; Sálmur 139:9: taki eg veingir morgunroðans, og festi eg búgv við ytsta mark havsins, Sálmur 139:10: so leiðir hond Tín meg har við, høgra hond Tín heldur mær føstum. Sálmur 139:11: Og sigi eg: „Myrkrið skal fjala meg, ljósið rundan um meg skal verða nátt!“ Sálmur 139:12: so er heldur ikki myrkrið Tær myrkt, og náttin er bjørt sum dagurin, myrkrið er sum ljósið. 2 Pæt. 3:8: Men hesum eina mugu tit ikki vera blind fyri, tit elskaðu, at ein dagur er Harranum sum túsund ár, og túsund ár sum ein dagur. 1 Jóh. 1:7: Men liva vit í ljósinum – eins og Hann er í ljósinum – so hava vit samfelag hvør við annan, og blóð Jesusar, Sonar Hansara, reinsar okkum frá allari synd. 1 Jóh. 4:8: Tann, ið ikki elskar, kennir ikki Gud; tí Gud er kærleiki. Esa. 6:1: Tað árið ið Uzzias kongur doyði, sá eg Harran sita í ógvuliga høgum hásæti, og sleip kápu Hansara fylti templið. Esa. 6:2: Serafar stóðu rundan um Hann; seks veingir hevði hvør; við tveimum fjaldi hann andlitið, við tveimum fjaldi hann føturnar, og við tveimum fleyg hann. Esa. 6:3: Og teir róptu hvør til annan: „Heilagur, heilagur, heilagur er HARRIN Gud herskaranna – øll jørðin er full av dýrd Hansara!“ 5 Mós. 32:4: Kletturin – fullkomið er verk Hansara; tí allir vegir Hansara eru rættferð! Trúfastur og svikaleysur Gud, rættvísur og sannorðaður er Hann! Sálmur 145:9: HARRIN er øllum góður og ger miskunn móti øllum, ið Hann hevur skapt. Jóh. 3:16: Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív. |