Gud Sonurin - Jesus KristusJesus Kristus hevur sama mátt og somu dýrd sum Faðirin og Heilagi Andin. Sum fullkomið menniskja livdi Hann eitt syndafrítt lív og gav Seg Sjálvan sum lýtaleyst offur fyri synd, tá ið Hann doyði á krossinum. Hann reis upp frá hinum deyðu triðja dagin og vísti Seg sum sigurharra yvir deyðanum. Hann fór til Himmals og tænir har í dag. Ein dag fer Hann at koma aftur í mátt og miklari dýrd sum Kongur konganna og Harri harranna. Matt. 1:22: Alt hetta hendi, fyri at tað skuldi ganga út, sum talað er av Harranum við profetinum, sum sigur: Matt. 1:23: „Moyggin skal verða við barn og eiga son, og navn Hansara skal verða kallað Immanuel“ – sum útlagt er: „Gud við okkum.“ Matt. 28:6: Hann er ikki her; Hann er risin upp, sum Hann hevur sagt – komið og síggið staðið, har Harrin lá! Esa. 9:6: Tí Barn er føtt okkum, Sonur er givin okkum, og á øksl Hansara skal harraveldið hvíla; Hann eitur Undurfullur, Ráðgevari, Veldigur Gud, Ævigur Faðir, Friðarhøvdingi. Jóh. 1:1: Í upphavi var Orðið, og Orðið var hjá Gudi, og Orðið var Gud. Jóh. 1:2: Hann var í upphavi hjá Gudi. Jóh. 1:3: Alt er vorðið til við Honum, og uttan Hann er einki vorðið til av tí, sum til er. Jóh. 1:4: Í Honum var lív, og lívið var ljós menniskjanna. Jóh. 1:5: Ljósið skínur í myrkrinum, og myrkrið skilti tað ikki. Jóh. 1:14: Orðið varð hold og tók bústað millum okkara, fullur av náði og sannleika, og vit sóu dýrd Hansara, dýrd sum hana, ið einborin Sonur hevur frá Faðir Sínum. Jóh. 8:29: Og Hann, sum sendi Meg, er við Mær; Hann hevur ikki latið Meg einsamallan, tí Eg geri altíð tað, sum Honum líkar.“ Jóh. 8:58: Jesus segði við teir: „Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Áðrenn Ábraham varð til, eri Eg!“ Jóh. 14:10: Trýrt tú ikki, at Eg eri í Faðirinum, og Faðirin er í Mær? Orðini, ið Eg tali til tykkara, tali Eg ikki av Mær sjálvum; nei, Faðirin, sum í Mær býr, Hann ger verk Síni. Jóh. 14:11: Trúgvið Mær, at Eg eri í Faðirinum, og Faðirin er í Mær! – Og um ikki, so latið verkini sjálv fáa tykkum at trúgva Mær! Jóh. 14:12: Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann, ið trýr á Meg, skal eisini gera tey verk, ið Eg geri – og hann skal gera størri enn hesi. Tí Eg fari til Faðirin; Jóh. 14:13: og hvat tit so biðja um í navni Mínum, skal Eg gera, fyri at Faðirin skal verða dýrmætur við Syninum. Jóh. 14:14: Biðja tit um nakað í navni Mínum, skal Eg gera tað. Jóh. 14:15: Elska tit Meg, so haldið boð Míni! Jóh. 14:16: Og Eg skal biðja Faðirin, og Hann skal geva tykkum annan Talsmann at vera hjá tykkum allar ævir, Jóh. 14:17: Anda sannleikans, sum heimurin ikki kann fáa; tí hann sær Hann ikki og kennir Hann ikki. Men tit kenna Hann, tí Hann verður hjá tykkum og skal vera í tykkum. Jóh. 14:18: Eg skal ikki lata tykkum faðirleysar eftir; Eg komi til tykkara. Jóh. 14:19: Lítla stund aftrat, so sær heimurin Meg ikki longur, men tit síggja Meg; tí Eg livi, og tit skulu liva. Jóh. 14:20: Tann dag fara tit at sanna, at Eg eri í Faðir Mínum, at tit eru í Mær, og at Eg eri í tykkum. Jóh. 14:21: Tann, ið hevur boð Míni – og heldur tey – er tann, ið elskar Meg; og tann, ið elskar Meg, skal verða elskaður av Faðir Mínum, og Eg skal elska hann og opinbera Meg fyri honum.“ Jóh. 14:22: Judas – ikki Iskariot – segði við Hann: „Harri! Hvussu ber tað til, at Tú ætlar at opinbera Teg fyri okkum og ikki fyri heiminum?“ Jóh. 14:23: Jesus svaraði honum: „Um nakar elskar Meg, heldur hann orð Mítt, og Faðir Mín skal elska hann, og Vit skulu koma til hansara og taka bústað hjá honum. Jóh. 14:24: Tann, ið ikki elskar Meg, heldur ikki orð Míni, og orðið, tit hoyra, er ikki Mítt, men Faðirsins, sum hevur sent Meg. Jóh. 14:25: Hetta havi Eg talað til tykkara, meðan Eg havi verið hjá tykkum; Jóh. 14:26: men Talsmaðurin, Heilagi Andin, sum Faðirin skal senda í navni Mínum, skal læra tykkum alt og minna tykkum um alt, sum Eg havi sagt tykkum. Jóh. 14:27: Frið lati Eg tykkum eftir, frið Mín gevi Eg tykkum; ikki sum heimurin gevur, gevi Eg tykkum. Hjarta tykkara óttist ikki og missi ikki mótið! Jóh. 14:28: Tit hoyrdu, at Eg segði við tykkum: „Eg fari burtur, og Eg komi aftur til tykkara.“ – Elskaðu tit Meg, høvdu tit gleðst um, at Eg fari til Faðirin; tí Faðirin er størri enn Eg. Jóh. 14:29: Og nú havi Eg sagt tykkum tað, áðrenn tað hendir, fyri at tit skulu trúgva, táið tað hendir. Jóh. 14:30: Nú fari Eg ikki at tala mikið við tykkum aftrat; tí høvdingi heimsins kemur, og hann hevur einki í Mær. Heb. 4:14: Við tað at vit nú hava stóran høvuðsprest, sum er farin ígjøgnum Himlarnar, Jesus, Son Guds, so latið okkum halda fast við játtingina! Heb. 4:15: Tí vit hava ikki høvuðsprest, sum ikki kann hava samkenslu við veikleikum okkara, men ein, sum er freistaður í øllum á sama hátt sum vit – tó uttan synd. 1 Kor. 15:3: Tí eg lærdi tykkum sum hitt fyrsta tað, sum eg eisini hevði tikið við: At Kristus doyði fyri syndir okkara, eftir skriftunum, 1 Kor. 15:4: at Hann varð jarðaður, at Hann reis upp triðja dagin, eftir skriftunum, Áp. 1:9: Táið Hann hetta hevði sagt, varð Hann tikin upp, meðan teir sóu, og skýggj tók Hann burtur úr eygsjón teirra. Áp. 1:10: Sum teir nú stardu upp móti himli, í tí Hann fór burtur, stóðu hjá teimum tveir menn í hvítum klæðum. Áp. 1:11: Teir søgdu: „Tit menn úr Galilea! Hví standa tit og hyggja upp móti himli? Hesin Jesus, sum er tikin upp til Himmals frá tykkum, skal koma aftur, á sama hátt sum tit sóu Hann fara til Himmals.“ Kol. 2:9: Tí í Honum býr øll fylling Guddómsins likamliga, Kol. 2:10: og tit eru fylt í Honum, sum er høvd als valds og harradømis. Kol. 2:15: Hann avvápnaði tignirnar og valdini og gjørdi tey til skammar fyri eygum alra, táið Hann á krossinum vísti Seg sum sigurharra yvir teimum. 1 Tim. 6:14: at tú heldur boðið reint og ólastandi líka til opinbering Harra okkara Jesu Krists, 1 Tim. 6:15: sum hin sæli og eina valdandi skal lata okkum síggja á tíð síni – Kongur konganna og Harri harranna, Tit. 2:13: meðan vit vænta hina sælu vón og opinbering dýrdar hins stóra Guds og Frelsara okkara Jesu Krists, |