Gud Heilagi AndinHeilagi Andin hevur sama mátt og somu dýrd sum Faðirin og Sonurin og er ein Persónur eins og Teir. Tænasta Hansara er at sannføra heimin um synd, rættvísi og dóm. Hann tekur bústað í teimum, sum verða frelst. Hann innsiglar hin trúgvandi og veitir kraft at liva andaliga lívið, at skilja Skriftirnar og andaligar sannleikar. Hann gevur teimum trúgvandi andaligar gávur og hjálpir teimum at brúka tær. Sum trúgvandi ynskja vit dagliga at liva undir leiðslu og fylling Hansara. 1 Mós. 1:2: Jørðin var oyðin og tóm, myrkur var yvir djúpinum, og Andi Guds sveimaði yvir vøtnunum. Ezek. 37:1: Hond HARRANS kom yvir meg, og HARRIN fór í Andanum út við mær og setti meg niður mitt í dalinum; hann var fullur av beinum. Ezek. 37:2: Hann leiddi meg rundan um tey, og eg sá, at tey lógu har í stórari nøgd um allan dalin; tey vóru heilt uppturkað. Ezek. 37:3: So segði Hann við meg: „Menniskjasonur! Munnu hesi bein fara at livna upp aftur?“ Eg svaraði: „Harri HARRI – Tú veitst tað!“ Ezek. 37:4: Tá segði Hann við meg: „Profetera um hesi bein og sig við tey: Tit turru bein! Hoyrið orð HARRANS! Ezek. 37:5: So sigur Harrin HARRIN við hesi bein: Eg lati anda koma í tykkum, og tit skulu verða livandi. Ezek. 37:6: Eg skal seta sinar á tykkum, lata hold koma á tykkum, draga húð yvir tykkum og geva anda í tykkum, og tit skulu verða livandi – og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN.“ Ezek. 37:7: Eg profeteraði nú, eins og mær var álagt, og har varð gangur, meðan eg profeteraði; tað fór at braka, og beinini nærkaðust hvørt at øðrum. Ezek. 37:8: Eg sá, hvussu sinar og hold komu á tey, og hvussu húð dróst yvir tey uttan yvir hetta; men andi var eingin í teimum. Ezek. 37:9: Tá segði Hann við meg: „Profetera og tala til andan – profetera, menniskjasonur, og sig við andan: So sigur Harrin HARRIN: Kom úr ættunum fýra, andi, og blás á hesar dripnu, so teir livna upp aftur!“ Ezek. 37:10: Eg profeteraði, eins og Hann hevði givið mær boð um, og andin kom í teir, og teir vórðu livandi og reistust á føtur, ovurhonds stórur herur. Ezek. 37:11: Síðani segði Hann við meg: „Menniskjasonur! Hesi bein eru alt hús Ísraels. Tey siga jú: „Bein okkara eru uppturkað, og vón okkara er komin upp í einki – tað er úti við okkum!“ Ezek. 37:12: Profetera tí og sig við tey: So sigur Harrin HARRIN: Eg opni gravir tykkara og lati tykkum, fólk Mítt, koma upp úr grøvum tykkara; og Eg flyti tykkum inn í Ísraelsland. Ezek. 37:13: Og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN, táið Eg opni gravir tykkara og lati tykkum, fólk Mítt, koma upp úr grøvum tykkara. Ezek. 37:14: Eg skal geva Anda Mín í tykkum, so tit verða livandi, og Eg skal búseta tykkum í landi tykkara – og tit skulu sanna, at Eg, HARRIN, havi talað, og at Eg eisini geri tað, sigur HARRIN.“ 2 Kor. 3:17: Og Harrin er Andin, og har sum Andi Harrans er, er frælsi. Jóh. 16:7: Tó, Eg sigi tykkum sannleikan: Tað er tykkum til gagn, at Eg fari burtur; tí fari Eg ikki burtur, kemur Talsmaðurin ikki til tykkara, men fari Eg burtur, skal Eg senda tykkum Hann. Jóh. 16:8: Táið Hann kemur, skal Hann sannføra heimin um synd, rættvísi og dóm – Jóh. 16:9: um synd, tí tey trúgva ikki á Meg, Jóh. 16:10: um rættvísi, tí Eg fari til Faðir Mín, og tit síggja Meg ikki longur, Jóh. 16:11: um dóm, tí høvdingin yvir hesum heimi er dømdur. Jóh. 16:12: Eg havi nógv at siga tykkum enn, men tit fáa ikki borið tað nú. Jóh. 16:13: Men táið Hann, Andi sannleikans, kemur, skal Hann leiða tykkum í allan sannleikan. Tí Hann skal ikki tala av Sær sjálvum, nei, tað, sum Hann hoyrir, skal Hann tala, og tað, sum koma skal, fer Hann at kunngera tykkum. Jóh. 14:16: Og Eg skal biðja Faðirin, og Hann skal geva tykkum annan Talsmann at vera hjá tykkum allar ævir, Jóh. 14:17: Anda sannleikans, sum heimurin ikki kann fáa; tí hann sær Hann ikki og kennir Hann ikki. Men tit kenna Hann, tí Hann verður hjá tykkum og skal vera í tykkum. Áp. 1:8: Men tit skulu fáa kraft, táið Heilagi Andin kemur yvir tykkum, og tit skulu vera vitni Míni, bæði í Jerúsalem og í øllum Judea og Samaria og líka til enda jarðarinnar.“ Áp. 5:3: Tá segði Pætur: „Ánanias! Hví hevur Satan fylt hjarta títt, so tú skuldi lúgva fyri Heilaga Andanum og taka nakað burtur av tí, sum tú fekst fyri jørðina? Áp. 5:4: Var hon ikki tín, so leingi sum tú átti hana, og ráddi tú ikki yvir tí, sum hon varð seld fyri! Hví hevur tú sett tær hetta fyri í hjarta tínum? Tú hevur ikki logið fyri menniskjum, men fyri Gudi!“ Róm. 8:2: Tí lóg lívsins Anda hevur í Kristi Jesusi loyst meg frá lóg syndarinnar og deyðans. 1 Kor. 2:12: Men vit hava ikki fingið anda heimsins, men Andan, ið er frá Gudi, fyri at vit skulu vita, hvat okkum er givið av Gudi. 1 Kor. 3:16: Vita tit ikki, at tit eru tempul Guds, og at Andi Guds býr í tykkum? Gal. 5:22: Men ávøkstur Andans er: Kærleiki, gleði, friður, langmóð, mildleiki, góðska, trúfesti, Gal. 5:23: spakføri, fráhald. – Móti slíkum er lógin ikki. Gal. 5:25: Táið vit liva í Andanum, so latið eisini atburð okkara vera í Andanum! Ef. 1:13: Í Honum hava eisini tit, táið tit hoyrdu orð sannleikans, evangeliið um frelsu tykkara, ja, í Honum hava eisini tit, táið tit vóru komin til trúgv, fingið til innsigli Heilaga Andan, sum lovaður var, Ef. 4:30: Gerið ikki Heilaga Anda Guds sorg, Honum, sum tit eru innsiglað við til endurloysingardagin! Ef. 5:18: Drekkið tykkum ikki drukkin av víni – í tí er spilling! Nei, latið tykkum fylla av Andanum, |