Afturkoma HarransÁðrenn Harrin Jesus fór til Himmals, segði Hann lærisveinum Sínum, at Hann fór at gera stað til reiðar, og tá ið Hann hevði gjørt teimum stað til reiðar, kom Hann aftur eftir teimum (Jóh. 14:2-3). Afturkoma Harrans Jesusar kann verða hvørja løtu. Jóh. 14:1: „Hjarta tykkara óttist ikki! Tit trúgva á Gud – trúgvið á Meg við! Jóh. 14:2: Í húsi Faðirs Míns eru nógvir bústaðir; var tað ikki so, hevði Eg sagt tykkum tað; tí Eg fari burtur at gera tykkum stað til reiðar. Jóh. 14:3: Og táið Eg eri farin burtur og havi gjørt tykkum stað til reiðar, komi Eg aftur og taki tykkum til Mín, so eisini tit skulu vera, har sum Eg eri. Jóh. 14:4: Og hagar sum Eg fari, vita tit vegin.“ 1 Kor. 15:50: Men tað sigi eg, brøður, at hold og blóð kunnu ikki arva ríki Guds, ei heldur arvar forgeingiligleiki óforgeingiligleika. 1 Kor. 15:51: Eg sigi tykkum loyndarmál: vit skulu ikki øll sovna, men vit skulu øll umbroytast, 1 Kor. 15:52: og tað í einum nú, í einum eygnabragdi, við hin seinasta lúður. Lúðurin skal ljóða, og hini deyðu skulu rísa upp óforgeingilig, og vit skulu umbroytast. 1 Tess. 4:13: Men vit vilja ikki, brøður, at tit skulu vera óvitandi um, hvussu er við teimum, ið sovnað eru – fyri at tit skulu ikki syrgja sum hini, ið onga vón eiga. 1 Tess. 4:14: Tí so satt sum vit trúgva, at Jesus doyði og reis upp aftur, so skal Gud eisini við Jesusi leiða tey, sum sovnað eru, fram saman við Honum. 1 Tess. 4:15: Tí hetta siga vit tykkum við orði Harrans, at vit, ið liva – sum verða eftir til komu Harrans – skulu als ikki koma undan teimum, ið sovnað eru. 1 Tess. 4:16: Harrin skal sjálvur koma niður av Himli við veldisrópi, við rødd yvireingils og lúðuri Guds, og tey, sum deyð eru í Kristusi, skulu fyrst rísa upp; 1 Tess. 4:17: síðani skulu vit, ið liva – sum eftir eru – verða rykt burtur í skýggjum saman við teimum at møta Harranum í luftini; og so skulu vit altíð vera saman við Harranum. 1 Tess. 4:18: Troystið tá hvør annan við hesum orðum! Op. 19:11: Eg sá Himmalin opnaðan og fekk har at síggja hvítan hest. Hann, sum á honum sat, eitur Trúfastur og Sannorðaður; Hann dømir og stríðir í rættvísi. Op. 19:12: Eygu Hansara vóru sum eldslogi, og á høvdi Hansara vóru nógvar krúnur; Hann hevði navn skrivað, sum eingin kennir uttan Hann sjálvur. Op. 19:13: Hann var í kappa, sum drigin var upp úr blóði, og Hann er kallaður Orð Guds. Op. 19:14: Herar Himmalsins fylgdu Honum á hvítum hestum, í fínum línklæði, hvítum og reinum. Op. 19:15: Út úr munni Hansara gekk hvast svørð, fyri at Hann við tí skuldi sláa fólkasløgini; Hann skal stýra teimum við jarnstavi, og Hann skal troða vínpersu strongu vreiði Guds hins Alvalda. Op. 19:16: Á kappanum og á lendum Sínum hevur Hann navn skrivað: „Kongur konga og Harri harra.“ Zac. 14:1: Dagur HARRANS kemur, táið fongur tín skal verða skiftur í tær. Zac. 14:2: Tí Eg skal savna allar tjóðir til hernað móti Jerúsalem; býurin skal verða tikin, húsini rænd, og kvinnurnar neyðtiknar; og helvtin av fólkinum í staðnum skal fara í útlegd. Men tað, ið eftir er av tí, skal ikki verða oytt úr býnum. Zac. 14:3: Tí HARRIN skal fara í bardaga móti hesum tjóðum, eins og Hann bardist í forðum, tann dag orrustan var. Zac. 14:4: Tann dag skulu føtur Hansara standa á Oljufjallinum, ið er beint yvir av Jerúsalem, eystanfyri; Oljufjallið skal klovna mitt tvørtur av, úr eystri í vestur, so har verður stórur dalur, við tað at onnur helvtin av fjallinum víkur norðureftir, og hin helvtin suðureftir. Zac. 14:5: Tit skulu flýggja til dalin millum fjøll Míni; tí dalurin millum fjøllini skal náa líka til Azel; tit skulu flýggja, sum tit flýddu undan jarðskjálvtanum á døgum Uzziasar judakongs. Tá skal HARRIN Gud mín koma – og øll hini heiløgu við Tær. Zac. 14:6: Tann dag skal ljósið hvørva; hini skínandi himmalljós skulu verða myrk. Zac. 14:7: Og ein dagur skal koma – HARRIN kennir hann – hann skal hvørki vera dagur ella nátt; men móti kvøldi, tá skal verða ljóst. Zac. 14:8: Tann dag skulu livandi vøtn streyma út úr Jerúsalem; onnur helvt teirra skal renna í eysturhavið, og onnur í vesturhavið; bæði summar og vetur skal so vera. Zac. 14:9: HARRIN skal tá vera kongur yvir øllum landinum; tann dag skal HARRIN vera ein, og navn Hansara eitt. Zac. 14:10: Alt landið, úr Geba til Rimmon sunnan fyri Jerúsalem, skal verða slætti; men staðurin sjálvur skal standa háreistur á hædd síni, líka frá Benjaminsportri til staðið, har hitt fyrra portrið var – til Hornsportur – og frá Hananeltorni til vínpersur kongsins. Zac. 14:11: Fólkið skal búgva har; aldri aftur skal bann verða lýst yvir tað – Jerúsalem skal standa trygt. Dán. 12:2: Og mong, sum í moldini sova, skulu vakna upp, summi til ævigt lív, og summi til skomm, til æviga andstygd. |