ÆvinleikinMenniskjan er skapt at liva í allar ævir. Hon kann liva æviga atskild frá Gudi vegna synd ella í ævigum samfelagi við Gud grunda á fyrigeving syndanna til frelsu. Ævigi skilnaðurin frá Gudi er Helviti - hitt æviga lívið. Himmalin og Helviti eru verulig, ævig støð. Matt. 25:46: Og hesi skulu fara burtur til æviga revsing, men hini rættvísu til ævigt lív.“ Jóh. 3:16: Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív. Jóh. 3:17: Ikki sendi Gud Son Sín í heimin, fyri at Hann skal døma heimin, men fyri at heimurin skal verða frelstur við Honum. Jóh. 3:18: Tann, ið trýr á Hann, verður ikki dømdur; tann, ið ikki trýr, er longu dømdur, tí hann hevur ikki trúð á navn einborna Sonar Guds. Jóh. 3:36: Tann, ið trýr á Sonin, hevur ævigt lív; men tann, ið ikki vil lýða Sonin, skal ikki síggja lívið; nei, vreiði Guds verður verandi yvir honum.“ Jóh. 2:25: og tí Honum nýttist ikki, at nakar skuldi vitna um menniskjuna; Hann vitsti sjálvur, hvat í menniskjuni var. Róm. 6:23: Tí lønin, ið syndin gevur, er deyði, men náðigáva Guds er ævigt lív í Kristi Jesusi, Harra okkara. Op. 2:10: Óttast ikki fyri tí, sum tú skalt líða! Djevulin skal seta nøkur av tykkum í fangahús – fyri at tit skulu verða roynd – og tit skulu hava trongd í tíggju dagar. Ver trúgv til deyðan, so skal Eg geva tær krúnu lívsins! Op. 3:11: Eg komi skjótt. Halt fast við tað, sum tú hevur, fyri at eingin skal taka krúnu tína! Op. 4:4: Rundan um hásætið vóru 24 hásæti, og í hásætunum sótu 24 elstir, klæddir í hvít klæði og við gullkrúnum á høvdunum. Op. 4:10: falla hinir 24 elstu niður fyri Honum, sum í hásætinum situr, og tilbiðja Hann, sum livir í aldur og allar ævir; teir kasta krúnur sínar niður fyri hásætinum og siga: Op. 20:15: Um onkur ikki fanst skrivaður í bók lívsins, varð hann kastaður í eldsjógvin. Dán. 12:2: Og mong, sum í moldini sova, skulu vakna upp, summi til ævigt lív, og summi til skomm, til æviga andstygd. 1 Kor. 3:10: Eftir tí náði Guds, ið mær er givin, havi eg sum vísur byggimeistari lagt grundina, og annar byggir á hana. Men ein og hvør síggi til, hvussu hann byggir á hana! 1 Kor. 3:11: Aðra grund kann nú eingin leggja enn hana, ið løgd er, tað er Jesus Kristus. 1 Kor. 3:12: Men um nakar á hesa grund byggir við gulli, silvuri, dýrum steinum, træi, hoyggi, hálmi, 1 Kor. 3:13: so skal koma at síggjast, hvussu verk eins og hvørs er; dagurin skal vísa tað. Tí hann verður opinberaður í eldi, og hvussu verk eins og hvørs er, skal eldurin royna. 1 Kor. 3:14: Verður verkið, ið ein hevur bygt á grundina, standandi, skal hann fáa løn; 1 Kor. 3:15: men verður verk einshvørs brent upp, skal hann missa hana; sjálvur skal hann tó verða frelstur, men sum gjøgnum eld. 1 Kor. 4:1: Soleiðis skulu vit vera roknaðir: Sum tænarar Kristusar og húshaldarar yvir loyndarmálum Guds. 1 Kor. 4:2: – Annars krevst av húshaldarum, at teir skulu finnast at vera trúgvir. 1 Kor. 4:3: Fyri meg hevur tað ógvuliga lítið at siga at verða dømdur av tykkum ella menniskjaligum dómstóli – ja, eg dømi meg ikki sjálvur heldur. 1 Kor. 4:4: Víst veit eg einki við mær sjálvum; tó eri eg ikki fyri tað rættvísgjørdur; nei, tann, ið dømir meg, er Harrin. 1 Kor. 4:5: Dømið tí einki fyri tíðina, áðrenn Harrin kemur, Hann, sum bæði skal leiða fram í ljós tað, sum fjalt er í myrkrinum, og opinbera ráð hjartnanna – og tá skal ein og hvør fáa rós sítt frá Gudi. 1 Kor. 9:24: Vita tit ikki, at teir, sum á skeiðvøllinum renna, renna víst allir, men bert ein fær sigurslønina! Rennið soleiðis, fyri at tit kunnu vinna hana! 1 Kor. 9:25: Teir, sum eru við í kappleikum, eru allir fráhaldandi í øllum; teir gera tað fyri at fáa forgeingiligan krans, men vit fyri at fáa óforgeingiligan. 1 Kor. 9:26: Eg renni tí ikki eins og uppá óvist; eg berjist ikki sum ein, ið høggur í luftina; 1 Kor. 9:27: nei, eg kúgi likam mítt og haldi tað í trældómi, fyri at eg, sum prædikað havi fyri øðrum, skal ikki sjálvur verða vrakaður. 2 Kor. 5:10: Vit skulu jú øll opinberast fyri dómstóli Kristusar, fyri at ein og hvør kann fáa aftur tað, sum gjørt er við likaminum – eftir tí, sum hann hevur gjørt – veri tað gott ella ilt. Róm. 14:10: Men tú, hví dømir tú bróður tín? Ella tú, hví vanvirðir tú bróður tín? Vit skulu jú øll standa fyri dómstóli Guds. 1 Tess. 2:19: Tí hvør er vón okkara, gleði okkara ella heiðurskransur okkara! – Eru ikki eisini tit tað fyri Harra okkara Jesusi í komu Hansara! 2 Tess. 1:8: við logandi eldi, táið Hann letur koma hevnd yvir tey, sum ikki kenna Gud, og yvir tey, sum ikki eru evangelii Harra okkara Jesu Krists lýðin. 2 Tess. 1:9: Tey skulu líða straff, æviga fortaping burtur frá ásjón Harrans og dýrd veldis Hansara, 2 Tim. 4:8: Nú liggur rættvísikransurin mær til reiðar; Harrin, hin rættvísi dómari, skal geva mær hann hin dag – og ikki bert mær, men eisini øllum, sum hava elskað opinbering Hansara. Ják. 1:12: Sælur er tann maður, sum heldur út í freisting! Táið liðugt er at royna hann, skal hann fáa krúnu lívsins, sum Gud hevur lovað teimum, ið elska Hann. 1 Pæt. 5:4: – og táið tá yvirhirðin opinberast, skulu tit fáa hin ófølnandi sigurskrans dýrdarinnar. |