Ævigur tryggleikiEin sannur trúgvandi hevur ævigt lív- ein ævigan tryggleika í frelsu síni. Um ein er føddur av nýggjum, kann hann ikki "missa" frelsuna. Frelsan er givin av náði og æviga mátti Guds eina, ikki av verkum hins trúgvandi. Jóh. 10:28: Og Eg gevi honum ævigt lív; hann skal aldri í allar ævir fortapast, og eingin skal ríva hann úr hond Míni. Jóh. 10:29: Faðir Mín, sum hevur givið Mær hann, er størri enn øll, og eingin kann ríva nakað úr hond Faðirs Míns. Róm. 8:31: Hvat skulu vit nú siga um hetta? Er Gud við okkum – hvør kann tá vera ímóti okkum! Róm. 8:32: Hann, sum spardi ikki Sín egna Son, men gav Hann fyri okkum øll, hvussu skal Hann kunna annað enn geva okkum alt við Honum! >Róm. 8:33: Hvør skal bera klagu móti hinum útvaldu Guds! Gud er tann, ið rættvísger. Róm. 8:34: Hvør er tann, ið fordømir! Kristus er tann, sum deyður er, ja, tað, ið meiri er – sum er risin upp, sum er við høgru hond Guds, og sum eisini biður fyri okkum. Róm. 8:35: Hvør skal skilja okkum frá kærleika Kristusar! Trongd, angist, atsókn, hungur, nakinleiki, vandi ella svørð! Róm. 8:36: – sum skrivað er: „Fyri Tína skuld verða vit dripin allan dagin, vit eru roknað sum skurðseyður.“ Róm. 8:37: Nei, í øllum hesum meir enn sigra vit við Honum, ið elskaði okkum. Róm. 8:38: Tí eg eri vísur í, at hvørki deyði ella lív, hvørki einglar ella harradømi, hvørki tað, sum nú er, ella tað, sum koma skal, ella maktir, Róm. 8:39: hvørki hitt høga, hitt djúpa ella nakað annað, ið skapt er, skal fáa skilt okkum frá kærleika Guds í Kristi Jesusi, Harra okkara. 2 Tim. 1:12: Tí líði eg eisini hetta; men eg skammist ikki við tað, tí eg veit, hvønn eg trúgvi á, og eg eri vísur í, at Hann er mentur at varðveita tað, sum mær er litið upp í hendur, til hin dag. Heb. 7:25: Tí kann Hann eisini fullkomiliga frelsa tey, sum koma til Gud við Honum; tí Hann livir altíð at biðja fyri teimum. Heb. 10:10: og við hesum vilja eru vit halgað við ofring likams Jesu Krists eina ferð fyri allar! Heb. 10:14: Tí við einum ofri hevur Hann við alla gjørt tey fullkomin, sum halgað verða. 1 Pæt. 1:3: Lovaður veri Gud og Faðir Harra okkara Jesu Krists, sum eftir stóru miskunn Síni hevur endurføtt okkum til livandi vón við uppreisn Jesu Krists frá hinum deyðu 1 Pæt. 1:4: – til óforgeingiligan, ódálkaðan og ófølnandi arv, sum tykkum er goymdur í Himlunum, 1 Pæt. 1:5: tykkum, sum við kraft Guds eru varðveitt við trúgv til frelsu, sum er til reiðar at verða opinberað á síðstu tíð! Ef. 4:30: Gerið ikki Heilaga Anda Guds sorg, Honum, sum tit eru innsiglað við til endurloysingardagin! 1 Jóh. 5:10: Tann, ið trýr á Son Guds, hevur vitnisburðin í sær sjálvum; tann, ið ikki trýr Gudi, hevur gjørt Hann til lygnara, tí hann hevur ikki trúð á vitnisburðin, ið Gud hevur vitnað um Son Sín. 1 Jóh. 5:11: Og hetta er vitnisburðurin, at Gud hevur givið okkum ævigt lív, og hetta lív er í Syni Hansara. 1 Jóh. 5:12: Tann, ið hevur Sonin, hevur lívið; tann, ið ikki hevur Son Guds, hevur ikki lívið. 1 Jóh. 5:13: Hetta havi eg skrivað til tykkara, fyri at tit skulu vita, at tit hava ævigt lív, tit, ið trúgva á navn Guds Sonar. |